
Áhugin fyri kommunalpolitikki hevur altíð verið til staðar. Tað, at kunna verða við at mynda nærumhvørvið hjá okkara foreldrum, børnum, vinnulívi og mentan.
Jógvan Andersen
Valevni til býráðsvalið í Runavíkar kommunu
Tín stuðul ger mun
At verða við til at betra um nærumhvørvið hjá okkum øllum, er nakað, sum hevur mín áhuga.
Seinasta árið havi eg havt tann heiður, at umboða borgaran í Runavíkar kommunu í býráðnum. Tað hevur eydnast at flyta nøkur viðurskifti á rætta leið. Tó vil eg fegin halda fram at arbeiða fyri okkum øll.
Síðstu 15 árini havi eg arbeitt við leiðslu og nevndararbeiði, bæði vinnuligt, alment og í frítíðarhøpi.
Eg ynski enn, at síggja eina samansjóðaða kommunu, sum vit øll eru glað og errin yvir, at vera partur av. Ein kommuna, sum møtir borgarum og vinnulívinum í eygnahædd.
Tí vil eg biðja teg stuðla mær til kommunuvalið.
Hjálpir tú mær at halda fram?

Gjøgnumskygni
Góð kunning og gott samskifti við borgaran skapa álit. Hesi mugu raðfestast enn hægri í Runavíkar kommunu.
Eg vil virka fyri:
- At kommunan leggur seg eftir at samskifta og kunna borgaran skjótt og væl í øllum viðurskiftum
- At býráðsfundir verða stroymdir
- At frásagnir til nevndarfundir gerast almennar
- At stremba eftir vælvirkandi umsiting og høgum tænastustøði
Íverksetan og vinnuligir karmar
Runavíkar kommuna skal verða við til at stimbra nýskapan og nýggjum vinnulívið í kommununi.
Vit eiga at seta á stovn eitt íverksetaraumhvørvi, ið veitur íverksetum ráðgeving og góðar byrjunarkarmar. Eitt umhvørvi, ið letur nýhugsan sleppa framat uttan avmarkingar. Hetta viðvirkar til at nýggjar fyritøkur verða settar á stovn í kommununi, nýggj arbeiðspláss gerast tøk og vinnulívið gerst enn fjøltáttari.
Í hesum samanhangi er eisini týdningarmikið at Runavíkar kommuna setur gongd á vinnuligar útstykkingar kring kommununa. Útstykkingar, ið loyva verandi vinnulívi at betra seg og nýggjum vinnulívið framat.
Eisini er tørvur á at kommunan gevur framíhjárættindi til at fyritøkur í kommununi fáa útboðin arbeiðir og hevur ein almennan útboðsportal.
Barnafamiljur
Barnafamiljur eru ein týðandi hornasteinur í kommununi og tørvurin á barnaansing er vaksandi.
Neyðugt er tí at arbeiða við varandi langtíðarætlanum, ið tryggja neyðugar karmar fyri barnaansingina at virka undir.
At altíð hava tøk dagstovnspláss kring kommununa og eina smidliga skipan ímun til tørvin hjá foreldrum.
Barnafrádrátturin eigur at hækkast 1.000 kr.
Upphæddin á frítíðarkortinum Spjaldrið eigur at hækka 500 kr. fyri børnum yvir 5 ár.
Tá lógargrundarlagið er til staðar, er eisini vert at gera eina royndarætlan við at peningurin kann fylgja barninum.
Býar- og bygdabuss

Í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir, men nógvar kommunalar tænastur, arbeiðspláss og ítriv liggja í miðstaðarøkinum. Tað er týdningarmikið at allir borgarar, óansæð aldur og øki, hava eina lætta farleið til hesar tænastur.
Við góðum bussleiðum fáa vit samstundis lætt um ferðslutrýstið í miðstaðarøkinum. Tað er av stórum týdningi at bussleiðin hevur umhvørvisvinarligar bussar og at tað er lætt atkomuligt hjá fólki við koyristóli at nýta.
Ítróttur og frítíðarvirksemi
Ítróttur og frítíðarvirksemi er ein stórur partur av deglignum hjá fólkum. Her er felagsskapur, kapping og rørsla.
Kommunan er ein berandi partur fyri at feløg kring kommununa hava neyðugu fíggjarligu orkuna og nøktandi fysiskar umstøður.
Tá talan er um ítróttarhús eigur at umhugsast hvørt loysnin í Runavík er nøktandi langsiktað ella eigur at raðfestast enn betur.
Á Skála er tørvur á at seta gongd á ítróttarhús við vøllin. Ikki einans fyri ítróttarfelagið, men fyri at nøkta neyðugu karmarnar í høllini og á vøllinum. Tó eigur hetta at samhugsast við eitt ungdómshús soleiðis at tað gerst eitt byggjarí, ið samantvinnar ítrótt og ungdómsvirksemi annars.
Spælipláss og gøtur
Spælipláss og hugnaligar gøtur kunna hugsast, sum smáting, men gera nógv fyri trivnaðin har ein býr.
Við nýggjar útstykkingar eiga hesi ting at verða innhugsaði, sum ein náttúrligur partur av verkætlanini.
Ferðslutrygd
Á nógvum vegum í kommununi eru foreldur og avvarandi, sum óttast nær tað kann enda galið.
Á ov nógvum støðum koyra bilar ov skjótt har barnafamiljur búgva, vegirnir eru smalir og gonguteigar mangla.
Tørvur er á at hyggja at hesum og finna nøktandi loysnir fyrri heldur enn seinni.
Eldraøki
Kommunala samstarvið um Roðan er væleydnað og eigur áhaldandi at styrkjast. Týdningarmikið er at styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til eldri borgarar.
Eg vil virka fyri:
- At eldraíbúðir verða tøkar í kommununi
- At áhaldandi menna venjingartilboð til eldri borgarar
- At tryggja enn betri karmar og fleiri tímar til starvsfólk
Umhvørvispláss
Tað er eingin loyna at ruskplássið í m.a. Runavík og Skála hevur als ikki nøktandi umstøður.
Tørvur er á at fáa eitt nýtt og hóskandi pláss at savna rusk til økini. Ímun til ferðslu og veðurlag átti at verið ein innilokað høll, ið ein lætt kann koyra inn við og útaftur hinumegin. Somuleiðis má endurnýtslu parturin raðfestast.
Verandi økið í Runavík gerst partur av miðbýarætlanini og økið á Skála eigur at gerast eitt hugnaligt náttúrupláss.
Langtíðarætlanir
Tað er eyðsæð, at allar íløgur kunnu ikki gerast á øllum økjum samstundis, og at gongdin í samfelagnum ávirkar tørv og fíggjarkarmar, men neyðugt er at fáa ásett ætlanir og raðfestingar fyri kommununa, sum eina heild.
Eg vil virka fyri:
- At áseta eina heildarætlan fyri alla kommununa
- At gera heildarætlanir og íløguætlanir fyri allar bygdir í kommununi
- At borgarin hevur møguleika at ávirka hesar heildarætlanir á borgarafundum og í staðbundnum nevndum
Musikkskúli
Musikkskúlin virkin í næstan 40 ár, men framvegis uttan egin hølir.
Nes Sóknar Musikkskúli er ein kommunalur musikkskúli, ið fevnir um musikkskúlavirksemið í Runavíkar- og Nes kommunum. Fíggjarliga verður musikkskúlin skipaður á tann hátt, at land og kommunur gjalda hvør sína helvt av kostnaðinum.
Undirvísingin fer fram í frí- og fólkaskúlunum kring kommununa og í fleiri bygdum hevur musikkskúlin nøktandi umstøður. Tó er størst trýst á í Runavíkar kommunuskúla og tørvur er á at musikkskúlin hevur egin hølir, ið eru gjørd og avsett til endamálið.
Av tí at undirvísingin fer fram í skúlatíð er týdningarmikið at staðsetingin av einum musikkskúla er tætt við skúlan og at børn ikki skulu ganga gjøgnum miðstaðarferðsluna.
Eg gleðist um at tað hevur eydnast at fingið musikkskúlan, sum part av verkætlanini um nýggjan skúla á Glyvrum.
Sum valevni vil eg virka fyri:
- At musikkskúli verður bygdur, sum partur av skúlaútbyggingini
- At nøktandi framførsluhøli til klassiskan tónleik verður tøkt í musikkskúlanum
- At kvøldskúlaskipanin fær brúkt umstøðurnar í musikkskúlanum til tónleikafrálæru
- At venjingarhøli gerast tøk til borgarar í kommununi
Musikkskúlin skal verða ein partur av einum framsøknum mentanardepli í Runavíkar kommunu og fáa høga raðfesting í komandi býráði.
Báthyljar
Flestu báthyljar í kommununi eru ov lítlir. Tískil er neyðugt at leggja eina ætlan hesum viðíkjandi til rættis.
Eg vil virka fyri:
- Ein ætlan fyri útbygging av báthyljum fyri kommununa kemur í gongd
- At kommunalir leiguskúrðar verða innhugsaðir til vinnuligt virksemi soleiðis at økið annars er ruddiligt
- At hugnalig økir til at fiska við tráðu og hagreiða verða innhugsaði, sum partur av hesum
Integratión
Talið av tilflytarum til Føroya er lutfalsliga hægst í Eysturoynni. Vit skulu taka væl ímóti fólki við øðrum móðurmáli enn føroyskum og tí skal integratiónspolitikkur mennast og setast í verk. Málmenning hjá smærri børnum skal raðfestast høgt.
Eg vil virka fyri:
- At áhaldandi menna integratiónspolitikk og tryggja hann íverksettan
- At tryggja, at vælvirkandi tilboð um frálæru í føroyskum eru tøk
- At tryggja at málmenning fyri smærri børn verður raðfest høgt